OUTSTANDING SOLUTIONS WITH EXCELLENCE & SERVICE
Privatlívspolitikkur/dátuverndarkunning
Privatlívspolitikkur hjá El-talvuvirkinum
Endamálið við hesum politikkinum er at lýsa, hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónsupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit taka øll fyrivarni fyri at verja tínar persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
etv - El-Talvuvirkið hevur ábyrgdina av upplýsingunum, sum vit savna um teg og vit tryggja, at tínarpersónsupplýsingar verða viðgjørdar sambært ásetingunum í dátuverndarlógini.
Vit taka tína dátuvernd í álvara, og hava tí viðtikið hendan privatlívspolitikk, sum sigur tær, hvussu vit handfara tínar persónsupplýsingar
Kontaktupplýsingar:
Um tú ynskir at venda tær til okkara viðvíkjandi okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú gera tað við at senda boð til:
etv – Sp/f El-Talvuvirkið
Tróndargøta 18
FO-512 Norðragøta
Føroyar
Tel. +298 477733
Teldupost: etv@etv.fo
Viðgerð av persónsupplýsingum:
Persónsupplýsingar eru allar upplýsingar, sum á ein ella annan hátt kunnu vísa til tín. Um so er, at tú ikki ynskir, at vit viðgera hesar upplýsingar, kann tað gerast trupult hjá okkum at varðveita og halda møguligar avtalur við teg.
Møguligir kundar:
Um tú ynskir at gerast kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
• Navn,
• Bústaður,
• Teldupostur,
• Telefonnummar.
Persónsupplýsingar um kundar verða savnaðar til endamálini, sum nevnd eru niðanfyri:
• Møguligt framtíðar samstarv ella keyp
• Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
• Møguliga onnur viðurskifti
Hesar upplýsingar verða savnaðar grundað á fylgjandi lógarheimild:
• Heimilaða áhugamálið hjá felagnum, sum er at veita tær/virkinum hjá tær eina tænastu, ger tað neyðugt at viðgera hesar persónsupplýsingar, og felagið tryggjar, at heimilaðu áhugamálini ikki ganga framum rættindini hjá skrásetta.
Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað, eftir reglunum, er loyvt, og vit strika tær, tá vit ikki
hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingarnar eru og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar eftir, at avtalan er endað, ella tá mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
Kundar:
Um tú ynskir at vera kundi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar frá tær:
• Navn,
• Bústað
• Starvsheiti
• Teldupostadressu
• Telefonnummar
• V-tal (felag ella firma)
• Skrásetingarland
• Bankupplysingar
Persónsupplýsingar um kundar verða samlaðar til endamálini, sum nevnd eru niðanfyri:
• Viðgerð av tínum keypi og okkara veitan
• Fyrisiting av tínum sambandi til okkum
Hesar upplýsingar verða savnaðar grundað á fylgjandi lógarheimild:
• Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”halda eina avtalu” (dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 2.) Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað, sambært dátuverndarlógini, er loyvt, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi kundum strikaðar, eftir at avtalan er endað ella, tá mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
• Upplýsingar um kundar verða vanliga strikaðar 5 ár eftir, at kundasamstarvið og samskiftið er endað.
Veitarar og samstarvsfelagar :
Um tú ynskir at gerast veitari ella samstarvsfelagi hjá okkum, er neyðugt, at vit fáa fylgjandi persónsupplýsingar um teg:
• Navn
• Bústað
• Teldupostadressu
• Telefonnummar
• V-tal (felag ella firma)
• Kontonummar
Serlig flokking av persónupplýsingum (viðkvæmar upplýsingar)
Í útgangsstøðinum skráseta vit ikki viðkvæmar persónupplýsingar. Skuldi hetta sum undantak verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvomu upplýsingarnar.
Persónsupplýsingar um veitarar og samstarvsfelagar verða samlaðar grundað á endamálini, sum nevnd eru niðanfyri:
• Til viðgerð av okkara keypi/veitan
• Fyrisiting av tínum sambandi við okkum
Hesar upplýsingar samlast grundað á fylgjandi lógarheimild:
• Viðgerðin verður gjørd grundað á at ”halda eina avtalu” (dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 2.) Upplýsingarnar verða goymdar so leingi, sum tað sambært dátuverndarlógini er loyvt, og vit strika tær, tá vit ikki hava tørv á teimum longur. Tíðarskeiðið er treytað av, hvørjar upplýsingar eru, og hví tær verða goymdar. Vanliga verða upplýsingar viðvíkjandi veitarum og samstarvsfeløgum strikaðar, eftir at avtalan er endað, ella tá ið mett verður, at samskiftið ikki er viðkomandi longur.
• Upplýsingar um veitaran strikast tá ábyrgd fyri keyptar vørur er útgingin, ella 5 ár eftir at samstarvið og samskiftið er endað.
Starvsumsóknir/umsøkjarar:
Tá ið vit móttaka eina starvsumsókn og fylgiskjøl, verða øll skjølini lisin av leiðsluni við tí endamáli at svara og meta um innihaldið í sambandi við eitt ávíst arbeiði.
Lógarheimildin til viðgerðina av umsókninum er ”heimilað áhugamál”.
Umsókn og fylgiskjøl verða deild víðari innanhýsis til persónar, sum eru í setannarbólkinum og verða ikki víðarigivin til onnur uttanfyri fyritøkuna.
Persónupplýsingarnar, sum koma fram í setanartilgongdini, verða viðgjørdar við fylgjandi grundarlagi : “heimilað áhugamál” (dátuverndarlógin §8, stk. 1, nr. 6.)
Umsóknir og fylgiskjøl verða goymd, til rætti umsøkjarin er funnin, og setanartilgondin er endað. Eftir hetta verða umsókn og fylgiskjøl strikað, um persónurin ikki verður settur í starvið.
Tá talan er um sjálvbodnar umsóknir og einki starv er tøkt, verður antin noktandi svar sent beinanvegin og umsóknin strikað ella verða umsókn og fylgiskjøl goymd í mesta lagi 6 mánaðir. Hvønn 1. februar og hvønn 1. august verða umsóknirnar strikaðar, um ikki serligt samtykki er.
Um umsókn og fylgiskjøl verða goymd í meiri enn 6 mánaðir, skal biðjast um eitt nýtt samtykki frá umsøkjaranum.
Títt samtykki er sjálvboðið og tú kanst til einahvørja tíð taka tað aftur við at venda tær til okkum. Nýt kontaktupplýsingarnar omanfyri, um tú ynskir fleiri upplýsingar.
Aðrar upplýsingar um viðgerð:
Trygd
Vit hava gjørt passandi tøknilig og fyriskipanarlig tiltøk ímóti, at tínar upplýsingar av tilvild ella ólóliga verða strikaðar, almmannakungjørdar, blíva burtur, minka í virði ella at nakar óviðkomandi fær hendur á teimum, verða misbrúktar ella á ein ella annan hátt verða viðgjørdar í stríð við lógina.
Dátuábyrgdarin
tryggjar, at viðgerðin bert kann fara fram, tá ið allar dátutrygdarreglar verða fylgdar sambært dátuverndarlógini § 7
• Kunningartilfeingið hjá virkinum er vart av verjugarði
• Malware eftirlit er lagt inn. Anti-malwareskipanir verða dagførdar so hvørt.
• Kunningartilfeingið hjá virkinum verður trygdaravritað leypandi, og verður javnan kannað.
• Atgongd til persónupplýsingar er bygd á serstøk brúkara-ID og persónligt loyniorð.
Dataminimering
Vit innheinta, viðgera og goyma bert persónsupplýsingar, sum eru neyðugar í sambandi við at uppfylla okkara ásettu endamál. Harafturat kann tað vera lógarásett, hvat slag av data, er neyðugt at innheinta og goyma í sambandi við okkara virksemi. Tey ymisku økini av persónsdata, sum vit viðgera, verða fastsett av tørvinum at uppfylla eina avtalu ella eina aðra rættarliga skyldu.
Dagført data
Okkara tænasta er treytað av, at tykkara data er rætt og dagført, og tí er neyðugt, at tit upplýsa okkum um týðandi broytingar í tykkara data. Tit kunnu nýta kontaktupplýsingarnar omanfyri at siga okkum frá, um broytingar hesum viðvíkjandi, so syrgja vit fyri, at dagføra tykkara persónsupplýsingar. Um vit sjálvi leggja merki til, at data ikki er rætt, dagføra vit upplýsingarnar og geva tykkum boð um hetta.
Víðarigeving av upplýsingum
Vit brúka fleiri triðjapartar til goymslu og viðgerð av dáta, herímillum veitarar av kt-loysnum, bankar, myndugleikar sum TAKS, o.s.fr. Hesi viðgera bert upplýsingar okkara vegna og skulu ikki brúka teir til egin endamál. Í onkrum førum verður dáta víðarigivið til bankar, inkasso, advokatar, flutningsfeløg o.s.fr. Vit brúka bert dataviðgerðar úr EU, sum hava neyðugu trygdarviðurskiftini í lagi, umframt feløg í londum, sum kunnu veita nøktandi dátuverndartrygd.
etv hevur eina Facebook síðu og víst verður til privatlívspolitikkin hjá Facebook her:
Tíni rættindi
• Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til, at fáa upplýst, hvørjar persónsupplýsingar, vit viðgera um teg, hvar tær koma frá og hvat vit brúka tær til. Tú kanst eisini fáa upplýst, hvussu leingi vit goyma upplýsingar um teg umframt at fáa at vita, hvør fær dáta um teg, í tann mun, vit víðarigeva dáta í Føroyum og uttanlands.
• Um tú biður um tað, kunnu vit upplýsa/geva tær dáta, sum vit viðgera um teg. Heimild kann tó vera avmarkað, um privatlívið hjá øðrum skal verjast, handilsloyndarmál og ólikamlig rættindi.
• Um tú heldur, at persónsdáta, sum vit viðgera um teg, er skeivt, hevur tú rætt til at fáa tey rættað. Tú skalt venda tær til okkara og upplýsa okkum um, hvar feilurin er og hvussu, tað kann rættast. Vit heita á teg, at vera neyv/ur um tínar umbidnu rættingar, ella kann tað gerast trupult hjá okkum, og tað kann í ávísum førum føra til, at vit ikki kunnu eftirlíka tíni umbøn umrættingum.
• Í summum førum hava vit skyldu til at strika títt persónsdáta. Hetta kann vera eitt nú í samband við, at tú tekur eitt samtykki aftur. Um tú heldur, at tíni dáta ikki longur eru neyðug í samband við tað endamál, sum vit savnaðu tað til, kanst tú biðja um at fáa tað strikað. Tú kanst eisini seta teg í samband við okkum, um tú heldur at tíni persónsdáta verða viðgjørd ímóti lógini ella øðrum rættarligum avtalum.
• Tú hevur rætt til at senda eina kæru til dátueftirlitið (www.dat.fo)
Dátueftirlitið
Heiðavegur 25
FO-600 Saltangará
Tlf.: (+298) 309100
Teldupostur: dat@dat.fo
• Tú hevur rætt at nokta okkara viðgerð av tínum persónsdáta. Tú kanst eisini nokta, at vit víðarigeva títt dáta til marknaðarføring. Tú kanst brúka okkara upplýsingar ovast tí hesum skjalinum til at senda tína klagu. Um tín klaga er heimilað, syrgja vit fyri at steðga viðgerðini av tínum persónsdáta.
• Tú hevur møguleika at gera brúk av dátaportabilitet, um so er, at tú ynskir, at tínar upplýsingar verða fluttar til ein annan dátaábyrgdara ella dátaviðgera
• Vit strika títt persónsdáta, tá tey ikki longur eru neyðug til tað endamálið, sum tey vórðu savnað til. Tá tú vendir tær til okkara við eini áheitan um at rætta ella strika tíni persónsdáta, kanna vit, um tú lýkur treytirnar, og so gera vit broytingarnar ella strika dátaið so skjótt sum gjørligt.
Tú kanst brúka tíni rættindi við at venda tær til okkum. Okkara upplýsingar sært tú ovast í skjalinum.
08.09.2026