top of page

EL TALVUR
AUTOMATIÓN
OPTIMERING

 

Arrow Down
SERVICES

TÆNASTA

ETV_Web_.jpg

El-Talvur

Vit eru ein tann fyrsta fyritøkan, ið byrjaði at framleiða el-talvur til vinnuna í Føroyum. Vit hava, í yvir 4 áratíggju, framleitt fleiri enn 2500 el-talvur. Vit hava serkunnleika innan sniðgeving og installering av el-skipanum og tólum á landi og havi.

ETV_Web_-2.jpg

Eftirlit & Viðlíkahald

Okkara toymi hevur serkunnleika innan eftirliti og viðlíkahald av el-skipanum, generatorum og motorum. Verkstaðið hjá okkum er útgjørt til allar avbjóðingar.

ETV_Web_-04.jpg

Automatión & Stýriskipanir

Vit hava ein serkunnleika innan ídnaðarliga automatisering, ávaringar- og stýriskipanum. Fýra áratíggju av royndum og serkunnleika kann veita virðismikið samstarv fyri okkara kundar, men eisini fyri veitarar av stýrskipanum og framleiðarum. Saman við veitarum arbeiða vit við nýhugsandi og skilagóðum loysnum.

3D sniðgeving & ímynding

Okkara nýggja økið er sniðgeving innan 3d. Er tað ikki betur at síggja sniði í 3d og taka avgerðir um staðseting av tólum, litið ella ljós áðrenn tað verður bílagt? Okkara nýggja teknistova hevur førleika at menna eina mynd, ið kann tryggja kundanum at úrsliti av ætlanini verður eftir ynskjum, áðrenn byggingin byrjar.

ETV_Web_-03.jpg

Umbygging & Nýbygging

Vit skilja at tað onkuntíð er trupult at sleppa av við tað gamla. Í summun førum er neyðugt at skifta út vegan slit, vánaligt avrik ella trongd eftir nýggjari tøkni. Vit kunnu hjálpa við eftirmeting, umbygging og nýbygging av skipanum innan el, mekaniskt og forritan.

ETV_Web_-29.jpg

Elektro mekaniskt verkstað

Verkstaðið veitur heildarumvæling, vikling og umskipan við kunnleika at rætta skaðar ella feilir av einum víðfevnandi úrvali av el-mekaniskari útgerð.

 

Vit hava eitt serkunnað toymi við mekaniskum og automatións elektrikkarum við drúgvum royndum.

ABOUT
ETV_Background about.jpg

UM OKKUM

Við meir enn 40 ára royndum á føroyska marknaðinum er ETV ein slóðbrótari innan føroyska el-vinnu. Síðani 1982, tá ið El-Talvuvirkið í Gøtu varð sett á stovn, hevur høvuðsvirksemi hjá felagnum verið innan talvur og talvuframleiðslu, og hevur felagið eisini ment seg munandi síðani.

 

Í dag bjóða vit eina víða røð av tænastum innan orkusparing, installatión, projektering, automatión, framleiðslu, eftirlit eins og viðlíkahald og sølu.

1982

2500+

870

Stovnað

Talvur bygdar

Contractors Appointed

VERKÆTLANIR

SAMSTARVSFELAGAR

CONTACT

SAMBAND

Spyrja

Um tú hevur ein fyrispurning vinarliga ring: +298 477733 ella útfyll niðanfyri

Set Samband Við Okkum

Høvuðsskrivstiva

Sp/f El-Talvuvirkið
Tróndargøta 18
FO-512 Norðragøta
Faroe Islands

 

etv@etv.fo

Tel: +298 477733

Takk fyri fyrispurningin!

Starv

At søkja starv hjá Sp/f El-Talvuvirkið, vinarliga sendi umsókn til etv@etv.fo

Spyr um tilboð: +298 477733

bottom of page