top of page

UM OKKUM

Við meir enn 35 ára royndum á føroyska marknaðinum er ETV ein slóðbrótari innan føroyska el-vinnu. Síðani 1982, tá ið El-Talvuvirkið í Gøtu varð sett á stovn, hevur høvuðsvirksemi hjá felagnum verið innan talvur og talvuframleiðslu, og hevur felagið eisini ment seg munandi síðani. Í dag bjóða vit eina víða røð av tænastum innan orkusparing, installatión, projektering, automatión, framleiðslu, eftirlit eins og viðlíkahald og sølu.

bottom of page