

TÆNASTUR

ORKUSPARANDI LOYSNIR
Vit hjálpa kundum okkara við at fáa meir burtur úr - við nýskapandi orkusparandi loysnum, ið eru skraddaraseymaðar til endamálið.

SKIPANIR & STÝRINGAR
Automatións- og alarmskipanir og stýringar okkara hóska seg væl innan alkyns ídnað, infrastruktur eins og smærri feløg og virki.

TALVUFRAMLEIÐSLA
Vit eru ein av slóðbrótarunum innan føroyska talvuframleiðslu. Seinastu trý áratíggjuni hava vit tilsamans framleitt góðar 2500 talvur til føroyska marknaðin.

PROJEKTERING & INSTALLATIÓN
Vit hava serkunnleika í at projektera og installera el-anlegg og alarmar, harímillum automatiskar skipanir og stýringar, á landi eins og umborð á skipi.

EFTIRLIT & VIÐLÍKAHALD
Vit hava serkunnleika í eftirliti og í at viðlíkahalda el-kervi, generatorar og el-motorar. Verkstaðurin er væl útbúgvin at taka ímóti eini og hvørjari avbjóðing.

SØLA & BÍLEGGING
Umvegis verkstað okkara bjóða vit sølu og bílegging av lutum og vørum til eitt og hvørt endamál. Tað er bara at ringja, skriva ella støkka inn á gólvið.